Grímur Sundstein spyr um eftirsleip hjá Landsverki

Grímur Sundstein spyr um eftirsleip hjá Landsverki
Løgtingsmaðurin hjá Fólkaflokkinum vil hava at vita frá landsstýrismanninum í samferðslumálum, hvørji stig ætlanin er at taka
Grímur Sundstein, løgtingsmaður.
 
20.05.2026 - 16:00

Málið um eftirsleipið í viðlíkahaldinum hjá Landsverki verður nú eisini reist á politiskum stigi.

Grímur Sundstein, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, spyr Jacob Vestergaard, landsstýrismann í samferðslumálum, hvussu stórt eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukerinum er í 2026.

Hann spyr eisini, hvørji stig landsstýrið ætlar at taka í málinum.

Grímur Sundstein sigur, samlaða eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervi landsins var 2018 mett til at vera umleið 375 mió. kr.

Hetta er samlaði tørvurin á játtan til umvælingar, viðlíkahald og dagføring av vegum, tunlum, brúm og annað.

Landsverk hevur rópt varskó um vegakervið, og hevur víst á, at m.a. brúgvin um Streymin og brúgvin um Fjarðará í Skálafirði eru í so ringum standi nú, at Landsverk hevur sett avmarkingar á ferðsluna á hesi farleið. 

Les fyrispurningin her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680