Innfluttu fyri 11,4 milliardir - útfluttu fyri 14 milliardir

Innfluttu fyri 11,4 milliardir - útfluttu fyri 14 milliardir
Fiskavøruútflutningurin frá apríl í fjør til mars í ár fór upp um 13,2 milliardir krónur
Fiskavøruútflutningurin er vaksin nærum 1,7 milliardir krónur, ella 14,3 prosent.
 
20.05.2026 - 10:49

Føroyar innfluttu fyri góðar 11,4 milliardir krónur frá apríl í fjør til mars í ár.

Tað eru slakar 1,4 milliardir meira enn frá apríl 2024 til mars 2025.

Útflutt var fyri næstan 14 milliardir krónur, 1,6 milliardir krónur meira enn frá apríl 2024 til mars 2025.

Fiskavøruútflutningurin fór upp um 13,2 milliardir krónur, skrivar Hagstovan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680