Putin: Samstarvið við Kina er fyrimyndarligt

Putin: Samstarvið við Kina er fyrimyndarligt
Russiski forsetin er á vitjan í Beijing í hesum døgum
Putin og Xi Jinping lata væl at samstarvinum millum Russland og Kina, og tað skal mennast, siga baðir forsetarnir.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
20.05.2026 - 08:10

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, lovar framstig og menning í samstarvinum millum Kina og Russland, eftir at hann hevur hitt russiska forsetan, Vladimir Putin, í Beijing.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Putin er á vitjan í Kina í tveir dagar.

Sambært Putin, er samstarvið millum londini bæði "fyrimyndarligt". 

Samstundis sigur hann seg fara at menna eitt "umfatandi samstarv" við Kina.

Viðurskiftini millum Kina og Russland eru “á einum óvanligum stigi", segði Putin, forseti, tá hann var komin til Beijing, skrivar Reuters.

Við sær á ferðini hevur Putin sendinevnd við ráðharrum og vinnustjórum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493