Ikki um pengar men um manning

Ikki um pengar men um manning
Ósemjan millum íslendska sjómannafelagið og Eimskip er ikki um pengar, men um manning
Brúarfoss í Havn.
 
26.05.2026 - 06:34

Ósemjan millum íslendska sjómannafelagið og Eimskip er ikki um pengar, men um manning.

Tað sigur Bergur Þorkelsson, formaður í sjómannafelagnum, við Morgunblaðið.

Hann sigur, at felagið vil hava Eimskip at gevast við at manna skipini við fólki úr fátækum londum, sum, sambært honum, fáa fimm ferðir minni hýru enn íslendingarnir.

Og íslendingar vera koyrdir í land, so fólk úr fátækum londum sleppa at manna skipini.

Verkfallið hjá dekkarum og bátsformonnnum á skipunum Brúarfossi, Dettifossi og Selfossi byrjaði í gjár.

Tey trý skipini sigla øll til Føroya.

Verkfallið er ikki tíðaravmarkað.

Eimskip siga, at tey hava roynt at bera so í bandi, at viðskiftafólkini vera so lítið rakt sum gjørligt. 

Beint nú hevur semingsstovnurin ikki boðað til fundar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
Summarbeiti 15. juli 2026
210975
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815