Heilsustýrið: Lítil vandi fyri, at ebolasmittan kemur til Føroya

Heilsustýrið: Lítil vandi fyri, at ebolasmittan kemur til Føroya
Enn er eingin smitta staðfest uttan fyri økið, har sjúkan er
 
08.06.2026 - 07:51

Fólk, sum ferðast til og úr Kongo og Uganda, eiga at halda seg dagførd á heimasíðuni hjá danska uttanríkisráðnum, um.dk, sigur Heilsustýrið.

Orsøkin er ebolavirus.

Fólk, sum hava verið í Kongo og Uganda, og fáa fepur ella onnur sjúkutekin innan 21 dagar eftir, at tey vóru har, eiga at ringja til lækna og upplýsa ferðasøguna.  

Ebola smittar bara, tá sjúkutekin eru.

Ebola smittar við beinleiðis sambandi við sjúk fólk ella djór, ella beinleiðis sambandi við blóð ella aðra kropsvætu frá einum sjúkum.

Enn er eingin smitta staðfest uttan fyri økið, har sjúkan er. 

Heimsheilsustovnurin, WHO, metir tó, at vandin fyri smittubreiðslu í landspartinum í Miðafrika er stórur. 

Evropeiski smittuverjustovnurin, ECDC, og danskir heilsumyndugleikar meta, at vandin fyri smittubreiðslu til Danmarkar og ES yvirhøvur er sera lítil. 

Heilsustýrið metir, at vandin fyri, at ebolasmittan kemur til Føroya, eisini er sera lítil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815