Føroyar fáa harða HM-mótstøðu

Føroyar fáa harða HM-mótstøðu
Føroyar skulu spæla ímóti Portugal, Póllandi og Algeria í bólkaspælinum í HM-endasspælinum, og føroyski bólkurin verður spældur í Magdeburg
 
10.06.2026 - 18:03

Føroyska manslandsliðið í hondbólti fekk eitt hart lutakast til bólkaspælið í HM-endaspælinum, sum verður í Týsklandi í januar.

Mótstøðulondini hjá Føroyum í bólki F, sum verður spældur í Magdeburg, verða Portugal, Pólland og Algeria.

Portugal hevur verið fyri stórari framgongd síðstu árini, og telist nú millum tey allarbestu í heiminum, meðan Pólland helst var besta liðið í styrkisbólki 3, og kunnu vænta sær dyggan stuðul í Magdeburg, sum er nær við pólska markið.

Føroyar taptu ímóti Póllandi í EM 2024, og talan verður ivaleyst um ein harðan dyst, meðan Algeria ikki skal undirmetast heldur, hóast Føroyar verða favorittar ímóti norðurafrikansku tjóðini.

Trý lið komu víðari úr hvørjum bólki, so Føroyar hava góðan møguleika at spæla seg til miðumfarið í Hannover, men tað verður harður dystur um stiðini, sum kunnu fáa stóran týdning.

 

HM-bólkarnir

München
Bólkur A: Týskland, Serbia, Tunesia, Uruguay
Bólkur C: Kroatia, Spania, Kili, Turkaland

Stuttgart
Bólkur B: Egyptaland, Italia, Kap Verde, Saudiarabia
Bólkur D: Argentina, Frakland, Brasil, Kuveit

Kiel
Bólkur E: Svøríki, Norra, Grikkaland, Katar
Bólkur G: Danmark, Slovenia, USA, Angola

Magdeburg
Bólkur F: Portugal, FØROYAR, Pólland, Algeria
Bólkur H: Ísland, Norðurmakedonia, Bahrein, Japan

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815