Anna forkvinna og Sjúrður næstformaður í Føroyanevndini

Anna forkvinna og Sjúrður næstformaður í Føroyanevndini
Sjúrður Skaale er varalimur í uttanríkispolitisku nevndini, men sleppur á fund, um hann heldur, at nevndin viðger viðkomandi mál
Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg, fólktingslimir.
 
11.06.2026 - 11:30

Anna Falkenberg er forkvinna og Sjúrður Skaale er næstformaður í Føroyanevndini hjá fólkatinginum eftir nevndarvalið í gjár.

Anna Falkenberg er eisini næstforkvinna í arktisku sendinevndini.

Hon er haraftrat í uttanríkispolitisku nevndini, rættarnevndini, grønlandsnevndini og í Norðurlandaráðnum.

Hetta eru somu sessir, sum hon hevði í seinasta valskeiði.

 

Sjúrður næstformaður

Sjúrður Skaale er, umframt at vera næstformaður í Føroyanevndini, eins og hann var seinasta skeið, eisini varalimur í uttanríkispolitisku nevndini.

- Heitið er varalimur, men eg havi eina avtalu við danska Javnaðarflokkin, sum sigur, at eg sleppi inn, tá mál eru fyri, sum eru áhugaverd hjá mær, sigur Sjúrður Skaale.

Tað sama er galdandi fyri allar aðrar fólkatingsnevndir, sigur Sjúrður Skaale:

- Sama hvørja nevnd, talan er um, sleppi eg altíð inn, um tað skuldi verið viðkomandi, sigur hann.

Sjúrður Skaale er eisini limur í arktisku sendinevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815