El Niño verður kanska sterkari hesa ferð enn nakrantíð

El Niño verður kanska sterkari hesa ferð enn nakrantíð
Vísindafólk stúra fyri, at veðurfyribrigdið fær hitan at vaksa og veðrið at versna
El Niño hevur við sær, at hitin veksur í summum pørtum av heiminum, og at veðrið versnar aðrastaðni.
 
12.06.2026 - 07:59

Veðurfyribrigdið El Niño er byrjað, sigur amerikanski hav- og luftlagsstovnurin, NOAA.

Vísindafólk vænta, at El Niño fer at mennast hetta til ársskiftið.

Kanska verður El Niño sterkari hesa ferð enn nakrantíð áður, siga vísindafólkini.

Tey stúra fyri, at El Niño fær hitan at vaksa og veðrið at versna.

63 prosent útlit eru fyri søguliga sterkum El Niño frá november til januar.

Tvey til sjey ár eru millum El Niño fyribrigdini, sum plaga at vara í níggju til 12 mánaðir.

Sambært veðurstovuni í Íslandi er ikki sannlíkt, at El Niño fær beinleiðis ávirkan á Ísland, skrivar Morgunblaðið.

Veðrið í Norðuratlantshavi stýrir veðrinum á okkara leiðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815