Sviin farin av landinum

Sviin farin av landinum
Maðurin, sum var eftirlýstur, er útflýggjaður til Svøríkis
Maðurin var varðhaldsfongslaður í sjey dagar, meðan bíðað var eftir áheitan úr Svøríki um útflýgging. (Savnsmynd)
 
25.06.2026 - 08:34

Í morgun fór sviin, sum var tikin fyri einari viku síðani, av landinum.

Politiið í Føroyum fór við honum. Og í Kastrup tekur svenska politiið við.

Maðurin er útflýggjaður til Svøríkis.

Hann var eftirlýstur í Svøríki fyri persónsvandamikið brotsverk.

Tað skal vera hent í mai.

Revsiramman er minst sjey ár.

Maðurin var varðhaldsfongslaður í sjey dagar, meðan bíðað var eftir áheitan úr Svøríki um útflýgging.

Maðurin kom til Føroya at vitja onkran, hann kennir her, sigur politiið.

Maðurin, sum var í Føroyum í minni enn eina viku, er síðst í tríatiárunum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744