Óvist um nýggja mótrokningin kemur á nýggjárinum

Óvist um nýggja mótrokningin kemur á nýggjárinum
Margit Stórá, landsstýriskvinna, sigur, at hon ætlar at gera sum avtalað í samgonguskjalinum, men málið er ikki so einfalt, sum teksturin í samgonguskjalinum leggur upp til
Margit Stórá er landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.07.2026 - 12:20

Málið um mótrokning av pensjónum er eitt sindur trupult, og tí er ikki vist, at ætlaða broytingin kann gerast við virknaði frá 1. januar 2027.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, eftir at hon hevur fingið atfinningar frá formanninum í tingbóllkinum hjá Sambandsflokkinum. Helga Abrahamsen. 

Í svari til fyrispurning frá Sámali Peturi í Grund, tingmanni, hevur Margit Stórá sagt, at hon ikki ætlar sær at avtaka mótrokningina í fólkapensjónini.

Helgi Abrahamsen err ikki nøgdur við svarið hjá Margit Stórá.

 


Helgi Abrahamsen. 

 

Margit Stórá sigur, at hon ætlar sær at gera, sum avtalað er í samgonguskjalinum, hóast at flokkarnir sum útgangsstøði eru ósamdir um málið. Met málið ikki er heilt so einfalt, sum teksturin í samgonguskjalinum leggur upp til.

Samgonguskjalið nevnir onga dagfesting fyri, nær broytingin skal fáa virknað. Helgi Abrahamsen heldur, at hon skal koma í gildi 1. januar 2027. Men tað heldur Margit Stórá ikki vera avgerandi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

06071016_Margit_og_motroknng

 

Sí eisini: Mótrokningin skal broytast á nýggjárinum

Sí svarið frá Margit Stórá til Sámal Petur í Grund her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744