NSÍ og Víkingur mistu evropeiskar leiðslur

NSÍ og Víkingur mistu evropeiskar leiðslur
Bæði NSÍ og Víkingur vóru á odda í sínum Conference League-dystum í gjárkvøldið, men runavíkingar máttu taka til takkar við javnleiki, meðan Víkingur tapti 3-1
Mynd: Finnur Justinussen/Leit  
 
10.07.2026 - 10:08

Bæði NSÍ og Víkingur vóru frammanfyri í sínum Conference League-dystum í gjárkvøldið, men endin var, at NSÍ spældi javnleik og Víkingur tapti.

Við Djúpumýru legði Petur Knudsen NSÍ framum ímóti Hamrun Spartans miðskeiðs í fyrra hálvleiki, tá hann skallaði eitt fríspark í netið, men útiliðið javnaði tá lítil tími var spældur, og so endaði tað við javnleiki.

Liðini skiftust eitt sindur at hava yvirtakið, men NSÍ hevði munin í málkjansum og átti kanska at havt skora meir fyri steðgin. 

Aron Benjaminsen legði Víking framum tíðliga í útidystinum ímóti Stjarnuni úr Íslandi, men Emil Atlason vendi dystinum við trimum málum; tvey teirra upp á brotsspark.

Seinnu dystirnir í 1. umfari vera í næstu viku. Tá spælir NSÍ á Malta, meðan Víkingur tekur ímóti íslendingunum við Djúpumýru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744