Leggja hald á alsamt fleiri rúsevni

Leggja hald á alsamt fleiri rúsevni
Tey, sum lata seg lokka at selja rúsevni, eru eisini ofta púra vanlig fólk. Tað eru nevniliga nógvir pengar, so grammleikin lokkar
Løgreglan og tollvaldið leggja hald á alsamt fleiri rúsevni, bæði tá talan er um veikari rúsevni sum hassj og um sterkari, lívshættislig rúsevni. (Savnsmynd)
 
13.07.2026 - 09:41

Løgreglan og tollvaldið leggja hald á alsamt fleiri rúsevni, bæði tá talan er um veikari rúsevni sum hassj og um sterkari, lívshættislig rúsevni.

Mørkini flyta seg hjá bæði seljarum og brúkarum, sigur Heri Andreasen, varapolitiinspektørur og leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.

Fara vit 10 ár aftur í tíðina, vóru nøgdirnar av sterkum rúsevnum, sum løgregla og tollvald løgdu hald á, rættiliga smáar samanborið við nøgdirnar av veikari evnum sum hassji og marihuana.

 


Heri Andreasen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Og tey, sum lata seg lokka at selja rúsevni, eru eisini ofta púra vanlig fólk. Tað eru nevniliga nógvir pengar, so grammleikin lokkar.

Hassjmarknaðurin er ikki minkaður, sjálvt um meira verður selt av hørðum rúsevnum. Men her verður eisini hald lagt á væl størri nøgdir enn fyrr - í fjør tó undantikið. Samstundis er prísurin í Føroyum útvið 10 ferðir hægri enn í Danmark, og tað kann vera tekin um, at meira verður avdúkað.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

13072026_Rusevni_Heri

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744