Ítróttastjórin verður nú eisini høvuðsvenjari

Ítróttastjórin verður nú eisini høvuðsvenjari
Jákup Martin Joensen er givin sum venjari í B36, og Jákup á Borg verður høvuðsvenjari, tað sum er eftir av kappingarárinum
Jákup á Borg hevur tikið við sum høvuðsvenjari hjá B36. Hann er frammanundan ítróttastjóri í felagnum.
Mynd: B36  
 
14.07.2026 - 10:30

B36 hevur skift høvuðsvenjara, eftir at Jákup Martin Joensen í gjárkvøldið takkaði fyri seg sum venjari.

Hann verður endurgivin á B36-heimasíðuni fyri at siga, at nú er rætta høvið, at spælarahópurin fær nýggjan íblástur.

- Spælararnir hava við stórum ágrýtni spælt seg í eina góða støðu, men samstundis sigur tað seg sjálvt, at úrslitini og avrikini ikki hava verið nøktandi seinastu tíðina. Tað er rætta avgerðin fyri bæði felagið, spælararnar og meg sjálvan, at Jákup (á Borg) nú tekur yvir, sigur hann.

B36 er á triðja plássi í landskappingini, men úrslitini hava verið munandi lakari seinastu tíðina, so árstalsfelagið hevur mist sambandið við oddin, og er undir stórum trýsti frá eitt nú Víkingi á fjórða plássi. Júst Víkingur vann 2-0 í Gundadali seinasta umfar fyri summarsteðgin.

 


Jákup Martin Joensen. (Mynd: B36)

 

Ítróttastjórin skal bjarga kappingarárinum

Jákup á Borg, sum er ítróttastjóri í B36, tekur við sum høvuðsvenjari, tað sum er eftir av kappingarárinum. Hetta er aðru ferð, at Jákup á Borg er venjari hjá B36. Fyrru ferð var frá 2017 til 2020.

Samstundis sum Jákup á Borg skal royna at bjarga kappingarárinum hjá B36, er eitt evstamark fyri seinnu helvt av føroysku landskappingini í dag.

Tey liðini, sum vilja finna sær styrk, mugu skunda sær, tí flytingarvindeygað í føroyskum fótbólti letur aftur í dag klokkan 16 fyri allar leikarar, sum eru fyltir 15 ár fyri 1. januar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744