40 ár síðani bragdið hjá Ova

40 ár síðani bragdið hjá Ova
Nólsoyingurin Ove Joensen gjørdist hetja, tá hann 11. august 1986 traðkaði í land á Langeline í Keypmannahavn eftir einsamallur at hava róð í 42 samdøgur úr Føroyum.
Mannfjøldin var stór, sum tók ímóti Ova Joensen á Langeline í 1986
 
11.08.2026 - 10:20

Ongin hevur gjørt honum tað eftir. At rógva einsamallur í lítlum føroyskum árabáti úr Føroyum til Keypmannahavnar.

Tá Ove Joensen 11. august 1986 kom í land á Langeline í Keypmannahavn eftir at hava róð einsamallur í 42 samdøgur, tók størsta manfjøld ímóti honum, sum nakrantíð hevði verið savnað í Keypmannahavn at heiðra einstøkum persóni.
Fólk vóru ovfarin, og áhugin fyri honum ovurstórur, tí hann við sínum sterka vilja, treiskni og áræði einsamallur hevði megnað tað, sum mong mettu ógjørligt. 

 

 

Ove hevði frammanundan gjørt tvær royndir at rógva teinin, sum ikki eydnaðust, og tí vóru fólk stúrin og spent, tá hann fór undir triðju royndina. Ein teirra var systkinabarn Ova, Hilmar Joensen. 

Hann minnist væl tíðina kring bragdið, og sigur javnan frá søguni um Ova sum frásøgufólk í Ovasavninum. Lutfalsliga nýggja savnið hevur stóran týdning fyri Nólsoy og nólsoyingar, heldur hann:

- Søgan um Ova, sum við treiskni megnaði tað ógjørliga, veitir íblástur og má ikki doyggja, og tí mugu vit halda áfram at fortelja hana, sigur Hilmar Joensen

Missurin var tí stórur, tá Ove so syrgiliga læt lív í bátinum, ið hevði so stóran týdning fyri hann - Diana Victoria - tann 26. november í 1987. 

 

 

Lurta eftir samrøðuni við Hilmari Joensen, sum var í sendingini Summarmorgun, har hann greiðir frá um Ova, bragdið og Ovasavnið: 

 

1826483

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136