Eivør gevur nýggja plátu út 16. oktober

Eivør gevur nýggja plátu út 16. oktober
Størsta stjørnan á føroyska tónleikahimmalinum, Eivør, er klár við nýggjari plátu. "Tungl" kemur út 16. oktober, tá Eivør eisini hevur konsertrøð í Norðurlandahúsinum
 
15.08.2026 - 09:00

16. oktober gevur Eivør úr nýggja plátu, "Tungl". Hetta verður feirað við einari konsertrøð í Norðurlandahúsinum 16. og 17. oktober. 

Hettar eru fyrstu konsertirnar í einari langarin konsertferð hjá Eivør, sum liggur fyri framman í sambandi við nýggju útgávuna, og konsertferðin fevnir víða.

Byrjaðu verður í Norðurlandahúsinum og síðan verður farið til Íslands, har Eivør hevur eina konsert í Eldborg, og harnæst verður farið til USA.

Í februar heldur konsertrøðin fram, og tá verður vitjað í stórum pørtum av Evropa.

Longu nú ber til at hoyra tvey av løgunum á nýggju útgávuni, "Healer" og "Drekafljóð", sum eru givin út sum sjónbandaløg. 

 

Sprottin burturúr "Enn"

Sjálv fegnast Eivør um nýggju útgávuna. 

"Hendan útgávan stendur hjarta mínum sera nær, og eg gleði meg ótrúliga nógv at hátíðarhalda nýggju útgávuna á heimavølli í Norðurlandahúsinum. Tað er altíð nakað heilt serligt fyri meg at spæla her heima á klettunum."

Eivør vísir á, at "Tungl" upp á fleiri mátar er sprottin úr hennara seinastu útgávu, "Enn" frá 2024. 

"Ímeðan 'Enn' skoðar úteftir, og leitar eftir vón og ljósglottum í einum annars myrkum heimi, so hyggur 'Tungl' kanska meira inneftir. Inní tað sárbæra, eyma og menniskjasliga. Heitið 'Tungl' er eitt gamalt føroyskt og fornnorrønt orð fyri mánan – okkara trúfasti ljósberi í náttini."

 

 

Longu tann 19. august kemur triðja staklagið av "Tungl" út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136