Leita eftir skipi til Suðuroyarleiðina

Leita eftir skipi til Suðuroyarleiðina
Strandferðslan leitar eftir einum eykaskipi, sum kann tryggja Suðuroyarleiðina, tá Smyril er í dokk, men hóskandi skip eru sera trupul at finna á marknaðinum
Strandferðslan hevur í fleiri ár víst á, at tað er trupult at finna hóskandi avloysaraskip, tá ið Smyril ikki kann sigla.
Mynd: Tilvildarlig mynd  
 
17.08.2026 - 20:18

Strandferðslan leitar eftir einum eykaskipi, sum kann tryggja Suðuroyarleiðina, tá ið Smyril er í dokk, men hóskandi skip eru sera trupul at finna á marknaðinum.

Smyril hevur meira enn 20 ár á baki, og tá ið skipið aftur skal í dokk um tvey ár, skulu millum annað allir fýra høvuðsmotorarnir skiftast út, og tá kunnu ganga tríggir mánaðir, áðrenn Smyril aftur verður í sigling. 

Tí verður nú leitað eftir eini meira varandi loysn, sigur Dánjal Samuelsen, stjóri á Strandferðsluni.

 

Hoyr Dánjal Samuelsen, stjóra á Strandferðsluni, greiða frá:

1827387

 

Smyril er serbygdur til Suðuroyarsiglingina, og sambært Strandferðsluni finst einki annað skip á marknaðinum, sum hevur somu eginleikar. 

Harumframt eru krøvini til skip, sum skulu sigla í Føroyum, strong:

 

1827388

 

Trupulleikin er ikki nýggjur. Strandferðslan hevur í fleiri ár víst á, at tað er trupult at finna hóskandi avloysaraskip, tá ið Smyril ikki kann sigla, men stjórin í Strandferðsluni er bjartskygdur, at ein loysn verður funnin:

 

1827389

 

Samstundis hongur framtíðin hjá Suðuroyarsiglingini saman við politisku avgerðini um Suðuroyartunnilin. 

Verður tunnilin ikki gjørdur, og skal Smyril røkja farleiðina í nógv ár afturat, heldur Strandferðslan, at farast skal undir at fyrireika eitt nýtt skip:

 

1827390

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040