Norðskálatunnilin 50 ár - slit sæst á føðingardagsbarninum

Norðskálatunnilin 50 ár - slit sæst á føðingardagsbarninum
Norðskálatunnilin er elsti tvíbreytaði tunnil í landinum. Hann varð tikin í nýtslu 24. august 1976
Norðskálkatunnilin hevur nú 50 ár baki.
Mynd: Eysturoyarportalurin  
 
24.08.2026 - 14:04

Í dag eru 50 ár, síðani Norðskálatunnilin varð tikin í nýtslu. 

Slit sæst á tunnilinum. Neyðskelti lýsa ikki, og viftur mala ikki, men mest átrokandi er at fáa bummar báðumegin tunnilsmunnarnar, sigur Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.

Norðskálatunnilin er elsti tvíbreytaði tunnil í Føroyum. Hann varð tikin í nýtslu 24. august 1976.

Tað var byggifelagið E. Pihl & søn, sum stóð fyri byggiarbeiðinum fyri Landsverkfrøðingin. Tunnilin er 2520 metrar langur og gongur gjøgnum vestaru fjallarøðina í Eysturoynni.

 


Atli Dam, løgmaður, klipti snórin, tá Norðskálatunnilin læt upp fyri almennari ferðslu. 

 

Vestanfyri fer hann inn oman fyri bygdina við Norðskála, og kemur útaftur millum Fjarða. Norðskálatunnilin knýtir soleiðis Sundalagið og veganetið millum Fjarða og út á Skálafjørðin saman.

Saman við brúnni um Streymin, ið var tikin í nýtslu í 1973, er Norðskálatunnilin partur av meginsamferðsluæðrini í Føroyum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

24082026_Nordskalatunnilin

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040