66.000 ferðafólk um flogvøllin í august

66.000 ferðafólk um flogvøllin í august
Higartil í ár eru umleið 360.000 fólk komin og farin um flogvøllin, sjey prosent fleiri enn somu tíð í fjør
Higartil í ár eru sjey prosent fleiri ferðafólk komin og farin um flogvøllin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.09.2026 - 08:44

66.169 ferðafólk vóru á flogvøllinum í Vágum í august.

Tað eru 9,2 prosent fleiri enn í august í fjør.

Til 1. september vóru ferðafólkini 359.348, 6,9 prosent fleiri enn í fjør.

Bæði farmur og postur vóru minni í august í ár sammett við august í fjør.

Farmurin var nógv minni, 61,7 prosent.

Posturin var bara 2,8 prosent minni.

Til 1. september var tó vøkstur, 11,6 prosent hjá farminum og fýra prosent hjá postinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342