Tey stóðu saman um okkum

Tey stóðu saman um okkum
Elian á Ørg var staddur langt heiman, tá hann umvegis telefon fekk at vita, at eldur var í húsinum har heima.
 
04.09.2026 - 09:00

Á sosialum miðlum hevur Elian lagt eini boð á einari síðu fyri sørvingar, har hann takkar teimum fyri alla ta hjálp, bydafólkið hevur veitt honum og familjuni, nú tey mistu alt í eldsbruna í summar.

- Tað var sera rørandi at síggja, hvussu bygdafólkið stóð saman um at hjálpa okkum.

Tað fyrsta, sum Elian gjørdi, tá hann kom heim, var at keypa sær ein jakka, tí ein slíkan átti hann ikki meira.

Ikki tí, hann hevði fingið í boði, at onkur keypti honum ein, men honum rann ikki til hugs, at hann ikki átti nakran longur. Hann kom beinleiðis heim úr heitari londum, har honum ikki tørvaði nakran.

Og hjálpin frá bygdafólkinum var kærkomin, tí húsinin vóru brend í grund og familjan stóð á berum, men ikki leingi, tí summi fólk komu við alskyns tingum, klæðum og mati, meðan onnur fóru í eini tóm hús at vaska, so familjan kundi flyta inn har.

Tí er tað við einari kenslu av takksemi, at Elian í dag ger seg til at byggja eini nýggj hús, har hini gomlu stóðu.

- At uppliva tað, vit hava gjøgnum hetta forløbið, tað er ikki hvørjum beskorið. Tað er eitt sovorið vælsignilsi og eg fái ikki sett orð á, hvussu takksom vit eru fyri hjálpina, sigur Elian á Ørg

a_1978-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342