Ávaring frá løgregluni steðgaði royndini at lokka pening frá fólki

Ávaring frá løgregluni steðgaði royndini at lokka pening frá fólki
Ein maður, sum segði seg vera politist og tosaði danskt, ringdi til fólk, men tað, politiið veit, bleiv eingin lumpaður
Tað, politiið veit, bleiv eingin lumpaður at gjalda pening. Málið verður nú kannað.
 
10.09.2026 - 08:08

Royndin í gjár at lokka pengar frá fólki steðgaði, tá politiið almannakunngjørdi royndina.

Fyrrapartin í gjár ringdi ein maður til fólk í Føroyum.

Hann segði seg vera politist og tosaði danskt.

Hann segði, at fyri 10.000 krónur skuldi hann steðga einari roynd hjá onkrum, sum royndi at taka eitt lán í navninum hjá tí, hann ringdi til.  

 

Trý boðaðu frá

Trý fólk ringdu til politiið og boðaðu frá.

Málini vera nú kannað.

Bæði telefonnummar og kontunummar hjá tí, sum ringdi, vóru donsk.

Tað, politiið veit, bleiv eingin lumpaður.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342