Revsimál um frælsistøku tikið uppaftur í rættinum

Revsimál um frælsistøku tikið uppaftur í rættinum
Verjin hevur gjørt vart við, at ákærdi maðurin er ikki egnaður at vera revsaður á vanligan hátt
Maðurin er ákærdur fyri at halda aftur tveimum kvinnum í einum kamari í einum gistingarhúsi í Havn. (Savnsmynd)
 
10.09.2026 - 08:01

Eitt revsimál móti einum manni, sum er føddur í 1998, heldur fram í Føroya rætti í dag.

Tað var í rættinum í november í fjør.

Tá tað var komið rættiliga langt, gjørdi verjin vart við, at ákærdi maðurin ikki er egnaður at vera revsaður á vanligan hátt.

Tá so er, skulu dómsmenn vera við í viðgerðini í rættinum, so málið má ganga umaftur.

Kravið hjá ákæruvaldinum verður viðgerðardómur.

 

Vardi í tveir tímar

Maðurin er ákærdur fyri at halda aftur tveimum kvinnum í einum kamari í einum gistingarhúsi í Havn.

Frælsistøkan vardi, sambært ákæruritinum, í tveir tímar.

Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava sligið aðra kvinnuna og sparkað hina. 

Og hann er ákærdur fyri at hótta tær eftir lívinum.

Maðurin, sum noktar seg sekan, er haraftrat ákærdur fyri at hava gjørt herverk í kamarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342