5.000 krónur í orkuískoyti til húski við smáum inntøkum

5.000 krónur í orkuískoyti til húski við smáum inntøkum
Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur borið løgtinginum uppskot um hjálparpakka, sum verður mett at kosta tvær milliónir kr.
Landsstýrið skjýtur upp at veita húskjum við smáum inntøkum 5.000 krónur í orkuískoyti.
 
14.10.2026 - 13:51

- Vit vilja hjálpa teimum, sum hava tað truplast.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum, sum hevur borið løgtinginum eitt uppskot um hjálparpakka. Tað verður væntandi lagt fram fyrsta dagin. 

Endamálið er at hjálpa teimum, sum eru fíggjarliga sperd, nú oljuprísirnir eru methøgir.

 


Margit Stórá. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Húski, sum hava 300.000 kr. í inntøku, og sum annars lúka treytirnar, skulu sambært uppskotinum fáa 5.000 kr. í orkuískoyti.

Uppskotið verður mett at kosta landskassanum tvær milliónir krónur, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

14102026_Margit_og_hjalparpakki

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928