- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almenna rúmið

- Tað er eitt av eyðkennunum við bíðiruminum. Tú minnist tey ikki, tá tú er farin úr teimum, sigur leiðandi sálarfrøðingurin á psykiatriska deplinum, Suni Poulsen, millum annað í sendingini, Bíðírúmið bíðar.
Og bíðirúmið er fyrsta av fýra almennum rúmum, farið verður á rannsóknarferð á í hesi sendirøð, her vit fara at kanna almennu rúmini í samfelagnum, vit so at siga hvønn dag ferðast í - yvirhøvur uttan at geva teim stórvegis gætur.
Bíðrúmið á psykiatriska deplinum, P10, verður nýtt sum dømi, og í sendingini fara trý fakfólk at geva síni boð upp á, hvør samleikin hjá bíðirúminum er, hví vit ikki minnast hesi rúm, hvussu bíðrúmini eru hugsað, hvørjar kenslur eru lagdar í tey, og hvørjar kenslur tey skapa í okkum, tá vit til dømis sita og bíða eftir at skula inn at hava eina rótviðgerð hjá tannlæknanum, inn at taka ella fáa svar upp á blóðroyndir, ella tá vit sita í bíðirúminum í psykiatriini og bíða eftir at fara inn til viðgerðan.

Almenna rúmið
Sendirøð í fýra pørtum, har Sissal Kampmann granskar fýra ymisk almenn rúm. Flogvøllurin í Vágum er okkara týdningarmesta portur til útheimin. Steinatún er eitt av fleiri útirúmum, ið verða vitjað. Farið verið á rannsóknaferð í kirkjurúminum. Og so verður bíðað í bíðirúminum.
