- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almenna rúmið

- Fólk koma ofta inn á flogvøllin við høvdinum undir arminum, sigur Jana Jacobsen, samskipari og starvsfólk á Visit Vágar millum annað í sendingini, Ferðin gjøgnum flogvøllin.
Vit kenna øll flogvøllin í Vágum, týdningarmesta portur okkara til útheimin, har vit í dag fara á rannsóknarferð í almennum rúmum, vit javnan ferðast í, kanska uttan at geva teim gætur.
Flogvøllurin, eitt millumrúm, ið hvørki er endamálið við ferðini út í heim, ella í komuni til landið. Eitt rúm, ið fyri mong er merkt av strongd, væntanum, væntandi yvirliti, gleði og kanska eisini óttanum fyri at flúgva.
Men hvør er samleikin hjá flogvøllinum í Vágum? Hvussu er hetta rúmið hugsað, hvørjar kenslur skapar tað í okkum, og hvørjar kenslur eru lagdar í tað og hví?

Almenna rúmið
Sendirøð í fýra pørtum, har Sissal Kampmann granskar fýra ymisk almenn rúm. Flogvøllurin í Vágum er okkara týdningarmesta portur til útheimin. Steinatún er eitt av fleiri útirúmum, ið verða vitjað. Farið verið á rannsóknaferð í kirkjurúminum. Og so verður bíðað í bíðirúminum.
