Breddin

Breddin: Føðitíttleiki, barsilsskipan og barnakekkar
12-05-2026
Ongastaðni í Evropa velja kvinnur í so stóran mun sum í Føroyum at gerast mamma, og at gerast mamma fleiri ferðir.

Fyrradagin var mammudagur.

Føroyskar mammur eiga 2,1 barn í part, meðan miðaltalið fyri Evropa er 1,3-1,4 barn.

Hvussu er tað at vera mamma í Føroyum, og hvat eiga vit at gera og ikki gera fyri at varðveita stóra føðitíttleikan.

Og hvønn mun ger ein barnakekkur og hægri útgjald í barsilsskipanini?

 

Luttakarar: 

Sólrun Foldbo, stjóri í Gigni.

Sigrun Jónsveinsdóttir, sum er nevndarlimur í Kongshavnar Kvinnufelag, kommunustýrislimur í Runavíkar kommunu, og sum stillaði upp fyri Javnaðarflokkin til seinasta val.

Rósa Tyril, sum hevur stillað upp fyri Miðflokkin og seinast fyri Fólkaflokkin, og hevur havt fleiri familjupolitisk evni á síni dagsskrá.

Esther Margreth Petersen, sum er nevndarlimur í Kvinnufelagnum í Havn, og sum hevur stríðst fyri rættindum til sammøður.
 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Kósin má rættast - pengar fara at mangla í, sigur Búskaparráðið. Nú skulu vit hava skipaða kópaveiðu
17-09-2026
Hvat merkir tað fyri búskapin hjá vanligum fólkum, og hvat kunnu vit gera í Føroyum fyri at avmarka avleiðingarnar, verður spurt í sendingini í dag
15-09-2026
Astrið Breckmann, Liljan Wehe og Atli F. Johansen, limir í løgtingsins mentanarnevnd kjakast um PISA úrslitið
11-09-2026
Tvey evni eru í sendingini í dag
10-09-2026
Løgmaður hevur verið á ríkisfundi, og hann hevur eisini havt fund við forkvinnuna í ES-nevndini
08-09-2026
PET ávarar danir, og biður teir vera árvaknar. Hvussu er støðan hjá okkum, og nær kunnu føroyingar vænta eina tilbúgvingarætlan, verður spurt í sendingini
04-09-2026
Sendingin í dag varpar ljos á arbeiðsumhvørvi, og spurt verður, hvat arbeitt verður ítøkiliga við, nú arbeiðseftirlitið verður raðfest politiskt
03-09-2026
Grønlendska landsstýrið leggur stóran dent á, at nú má hyggjast frameftir, og at Grønland og Danmark eiga at gera sáttargerð í málinum
01-09-2026
í dag spyrja vit politisku skipanina, hvussu eldrarøktin skal skipast frameftir - og hvussu hon skal fíggjast
28-08-2026
Trýstið veksur støðugt, og samstundis eru pengarnir, sum skulu fíggja økið, farnir at ganga undan
27-08-2026
Í sendingini í dag spyrja vit, hvussu evropisku londini kunnu fyrireika seg til nýggja veruleikan
25-08-2026
Hvussu umsita vit føroysku fiskivinnuna best?
21-08-2026