Radio SALT

Radio SALT: Víkingaskipsætlanin flutt úr Hovi norður á Drelnes
30-04-2026
Víkingaskipið í Hovið verður nú Víkingaskipið á Drelnesi. Hoyr her samrøðuna við ein av fyriskiparunum.

Víkingaskipið í Hovið verður nú Víkingaskipið á Drelnesi. Hoyr her samrøðuna við ein av fyriskiparunum, sum heldur ætlanina fara at skapa nógvar ringar í sjónum. Talan verður um handverksliga menning, trivnað, og samfelagsligar ágóðar. Eisini sigur hon hvat verkætlanin fer at kosta.

Síðan 2014 hevur ætlan verið at smíða eitt Víkingaskip í Suðuroynni og neyst ella langhús við gildisskála. Tí høvdingin Hovgrímur í Hovi man vera navnframasti suðuroyingur í víkingatíð, og slóðir eru í bygdini eftir landnám, var ætlanin at smíða og fremja ætlanina í heimbygd hansara, Hovi. Nú verður tað av ongum, tó tað ikki merkir, at Víkingaskipið og hini húsini ikki verða veruleiki. Ætlanin er nevniliga flutt norður á Drelnes í Øðravíkarlíð. Í sendingini greiðir ein nevndarlimur í Felagnum Víkingaskip, Annika Hvanngarð, frá, hvussu farið verður fram og hvønn týdning ein slík verkætlan hann hava fyri Suðuroynna og landið alt. Hon er exam.art í søgu.

Tekningar eru gjørdar og nevndin er fús at fara í gongd. Í Hovs bygdaráð var meiriluti ímóti at lata byggiloyvi til neystið, meðan Tvøroyar býráð hevur valt at lata nevndini byggiloyvi skamt innanfyri Menatanarhúsið SALT á Drelnesi. Í aðrari samrøðu her á síðuni kann ein hoyra annan søgufrøðing grundgeva fyri, hví staðsetingin í Øðravík er viðkomandi.

Í endanum av hesum innslag er brot úr aðrari samrøðu við Anniku Hvanngarð, har hon greiðir frá fólkalívi í landnámstíð við denti á matin.

Radio SALT 29. apríl 2026

 

Radio SALT

Í Radio SALT er bæði álvarsamt og skemtiligt innihaldi, umframt live tónleikur. 

 

Í 2024 kundi KVF bera tey gleðiboð, at í Sumba var rottan so at siga týnd. Sumbingar vónaðu, at aðrar kommunur vildu samstarva, so ongin nýggj innrás kom suður um Hestin.
02-10-2026
Todi Jónsson og Poulina Øregaard Isaksen hava latið upp kaffi- og matstovu á Tvøroyri. Og saman við Toda kom Einar Larsen í Radio SALT at greiða frá serligari hending.
02-10-2026
Radio SALT rapportarin vitjar mann í Hvalba, sum er um at vera liðugur at fletta ein stóran veðr, tá avbygdamenn koma at skonast.
01-10-2026
Eitt av løgunum sungu børnini, Sól og Dagur, saman við foreldrunum, meðan Óli H. Mortensen og Kristian P. Ellefsen lótu gittar- og klaverspæl til heildina.
01-10-2026
Ónskvøldið 30. september 2026 vitjaðu ungfólk úr Sumba sendingina Radio SALT, sum av og á verður send frá Mentanarhúsinum SALT á Drelnesi.
01-10-2026
Snildtelefonfrítt umhvørvi í Tvøroyrar Skúla; Visit Suðuroy; nýggj Kafé Tvørá; Ung úr Sumba kvøða; Einar Larsen greiðir Toda frá musikkhorni hjá abbanum, gamla Toda Jónsson.
01-10-2026
Beinleiðis sending úr SALT í Suðuroy
03-06-2026
Kári Jespersen, søgufrøðingur, sigur, at bygdin Øðravík, sum Drelnes hoyrir til, var eitt skifti høvuðsstaður í Suðuroynni.
03-05-2026
Víkigaskipsætlanin flutt úr Hovi á Drelnes. Aðrastaðni læra tey hvønn annan um gróðurseting. Eisini Talvfelagið mennist. Og Pubbini letur upp aftur við kaffi og kunning.
30-04-2026
Eyðun Nolsøe sang og spældi fimm sangir, tá Mentanarhúsið SALT og Kringvarp Føroya skipaðu fyri kvøldsetu á Drelnesi tann 29. apríl 2026.
30-04-2026
Nýggj tíðindasending á skránni, tá Radio SALT var í útvarpinum ónskvøldið 29. apríl. Fregnast var um vesputíning á Tvøroyri, felagasveltu í Vági, og kolagrevstur í Hvalba.
30-04-2026
Víkingaskipið í Hovið verður nú Víkingaskipið á Drelnesi. Hoyr her samrøðuna við ein av fyriskiparunum.
30-04-2026