Radio SALT

Radio SALT: Eyðun Nolsøe LIVE
30-04-2026
Eyðun Nolsøe sang og spældi fimm sangir, tá Mentanarhúsið SALT og Kringvarp Føroya skipaðu fyri kvøldsetu á Drelnesi tann 29. apríl 2026.

Eyðun Nolsøe sang og spældi fimm sangir, tá Mentanarhúsið SALT og Kringvarp Føroya skipaðu fyri kvøldsetu á Drelnesi tann 29. apríl 2026. Undan hvørjum lag hugleiddi Eyðun Nolsøe stutt og eisini tað er tikið við í hetta innslag:

"Vit eru øll gjørd úr sama tilfari sum rúmdin - vit eru stjørnudust. Okkara lív á fold kann tykjast fløkt og vónleyst, men hevur hug at fána í kosmos. Í hesum ævinliga høpinum finst ein uggi, eitt brot úr størri heild."

LAG 1: Stjørnudust

"Frá síðstu heildarútgávuni hjá Frændum. Tað óspilta eygað undrast á allan vakurleikan sum er og sær hetta ótrúliga lívið sum eina ævintýrferð."

LAG 2: Eyguni fylli

"Í einum ófriðarligum heimi spríkja friðarsangir úr penninum hjá yrkjaranum og strongjunum hjá tónasmiðinum. Boðskapurin er hin sami um kærleika og frið."

LAG 3: Hygg inn í spyrjandi eygu

"Eftirsum vit eru stødd á Tvøroyri, so haldi eg tað er hóskandi at taka ein vakran sang hjá fræga tónlistamanninum Brandur Enni. Hann skaraði framúr á yngru árum og tað liggja nógvar sangperlur eftir honum áðrenn hann valdi at skifta lívsleið. Hendan sangin var eg so heppin at eiga ein lítlan part av. Brandur hjálpti mær við onkrum sangi um tað mundi - áleið 2010 - og eg fekk hjálpt honum við einum millumspæli til endaligu versjónina av Somtimes truth needs a lie."

LAG 4: Sometimes truth needs a lie

"Tær bestu løturnar í lívinum eru saman við smáu børnunum. Áðrenn vit hava vent okkum, eru tey vaksin og flogin úr reðrinum. Dýrabærar løtur sum festa seg í minni og liva í hjørtunum. Hesin sangurin snýr seg um ein túr við lítlu dóttrini ein vakran vetrardag norð at vitja vinir og familju."

LAG 5: Heimsins minsta familja.

Radio SALT

Radio SALT

Í Radio SALT er bæði álvarsamt og skemtiligt innihaldi, umframt live tónleikur. 

 

Í 2024 kundi KVF bera tey gleðiboð, at í Sumba var rottan so at siga týnd. Sumbingar vónaðu, at aðrar kommunur vildu samstarva, so ongin nýggj innrás kom suður um Hestin.
02-10-2026
Todi Jónsson og Poulina Øregaard Isaksen hava latið upp kaffi- og matstovu á Tvøroyri. Og saman við Toda kom Einar Larsen í Radio SALT at greiða frá serligari hending.
02-10-2026
Radio SALT rapportarin vitjar mann í Hvalba, sum er um at vera liðugur at fletta ein stóran veðr, tá avbygdamenn koma at skonast.
01-10-2026
Eitt av løgunum sungu børnini, Sól og Dagur, saman við foreldrunum, meðan Óli H. Mortensen og Kristian P. Ellefsen lótu gittar- og klaverspæl til heildina.
01-10-2026
Ónskvøldið 30. september 2026 vitjaðu ungfólk úr Sumba sendingina Radio SALT, sum av og á verður send frá Mentanarhúsinum SALT á Drelnesi.
01-10-2026
Snildtelefonfrítt umhvørvi í Tvøroyrar Skúla; Visit Suðuroy; nýggj Kafé Tvørá; Ung úr Sumba kvøða; Einar Larsen greiðir Toda frá musikkhorni hjá abbanum, gamla Toda Jónsson.
01-10-2026
Beinleiðis sending úr SALT í Suðuroy
03-06-2026
Kári Jespersen, søgufrøðingur, sigur, at bygdin Øðravík, sum Drelnes hoyrir til, var eitt skifti høvuðsstaður í Suðuroynni.
03-05-2026
Víkigaskipsætlanin flutt úr Hovi á Drelnes. Aðrastaðni læra tey hvønn annan um gróðurseting. Eisini Talvfelagið mennist. Og Pubbini letur upp aftur við kaffi og kunning.
30-04-2026
Eyðun Nolsøe sang og spældi fimm sangir, tá Mentanarhúsið SALT og Kringvarp Føroya skipaðu fyri kvøldsetu á Drelnesi tann 29. apríl 2026.
30-04-2026
Nýggj tíðindasending á skránni, tá Radio SALT var í útvarpinum ónskvøldið 29. apríl. Fregnast var um vesputíning á Tvøroyri, felagasveltu í Vági, og kolagrevstur í Hvalba.
30-04-2026
Víkingaskipið í Hovið verður nú Víkingaskipið á Drelnesi. Hoyr her samrøðuna við ein av fyriskiparunum.
30-04-2026