- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elians Sonur

Triði partur av Elians Syni ber heitið, Katrin býr á strondini. Vit stýra bilinum niðan á Grønhólma. Á løstaðu leiðunum har dvølur Ragnar við kommunalu inntrivini, annað ansloysi og hønuvit sum heild.
"Hvussu var tað, Poul F segði, tá ið hann ikki vildi hava eitt demokratiskt samfelag, og hann varð spurdur, hvussu hann so vildi, at eitt land skuldi stýrast? Ja, tað mátti so verða av okkum, sum frægastir vóru!"

Elians Sonur
Hetta er ein poddur. Í poddinum eru áskoðanir og meiningar um nógv ymisk viðurskifti. Hesar umboða sjónarmiðini hjá gestinum í poddinum.
Elians Sonur er ein røð í fimm pørtum. Ragnar W. Eliansson (1993) tosar úr tilveruligum og politiskum sjónarhorni. Høgni Mohr, rithøvundur, hevur lagt til rættis. Tøkningur er Rúni Eysturlíð




