- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elians Sonur

Fimta og seinasta part við Ragnari Elianssyni eru vit á bilverkstaðnum Carro oman fyri Sørvág. Brennimotorar og Rikard Long sameinast til ævigt gonguverk av vísdómi. "Ver hjá mær" syngja Stongum og Guttesen at enda.
"Frá jarðarkringi fram við sjeynda garð' eg fór, og hátt meg Sáturns tróna bar; og manga fløkju greiddi ferðin mær, men ikki ta, ið mannlívið var."
Ragnar Eliansson - eftir Rikard Long.

Elians Sonur
Hetta er ein poddur. Í poddinum eru áskoðanir og meiningar um nógv ymisk viðurskifti. Hesar umboða sjónarmiðini hjá gestinum í poddinum.
Elians Sonur er ein røð í fimm pørtum. Ragnar W. Eliansson (1993) tosar úr tilveruligum og politiskum sjónarhorni. Høgni Mohr, rithøvundur, hevur lagt til rættis. Tøkningur er Rúni Eysturlíð




