Fyrsti og einasti føroyski amtmaðurin í Føroyum

Fyrsti og einasti føroyski amtmaðurin í Føroyum (1:2)
13-04-2017
Fyrra sending um Christian Bærentsen, fyrsta og einasta føroyska amtmannin, sum virkaði í Føroyum frá 1897-1911.

Christian Bærentsen (føddur 14. mai 1862) úr Havn bleiv, sum 13 ára gamal, sendur niður til Keypmannahavnar á skúla. Eftir studentsprógv byrjaði Christian at lesa málvísund á universitetinum, men skifti seinni yvir til løgfrøði. Aftaná loknan lestur starvaðist hann í fleiri ár sum løgfrøðingur í Keypmannahavn. Eftir at hava verið búsitandi í Keypmannahavn í 22 ár, var hann aftur í Føroyum í 1897 sum amtmaður, 35 ára gamal. Lagt til rættis: Hans Egholm.

Fyrsti og einasti føroyski amtmaðurin í Føroyum

Christian Bærtensen, ið varð føddur í Havn 14. mai 1862, er einasti føroyingur, sum røkti embætið sum amtmaður í Føroyum. Í tveimum pørtum sigur Hans Stephansson Egholm søguna um fyrsta og einasta føroyska amtmannin. 

Seinna sending um Christian Bærentsen, fyrsta og einasta føroyska amtmannin, sum virkaði í Føroyum frá 1897-1911.
14-04-2017
Fyrra sending um Christian Bærentsen, fyrsta og einasta føroyska amtmannin, sum virkaði í Føroyum frá 1897-1911.
13-04-2017