Í minnisins ríki

Frá Háskula til Norðoyatunnil
28-05-2025
Baksýnið fyri, at henda sending varð gjørd, var tað at Hanus Kamban um hetta mundið fyrireikaði ævigsøguna um Hans Andrias, sum seinni kom út í tveimum bindum.

Baksýnið fyri, at henda sending varð gjørd, var tað at Hanus Kamban um hetta mundið fyrireikaði ævigsøguna um Hans Andrias, sum seinni kom út í tveimum bindum. Hanus og kona hansara – Kirsten – fóru í hesum sambandi eina ferð til Norðuroyggjar og vóru og vitjaðu á Viðareiði, í Føgrulíð og á Skarði, har Símun av Skarði varð føddur og vaks upp. Á ferðini var tað Hanusi, sum drakk hann í seg tann varhuga av framburði, nátúrligum tjóðskapi og kærleika til sítt mál og sína mentan, sum á onkran gandakendan hátt sýntist at streyma úr landslag, fjøllum, urtum, blómum og gróðri. Í sendingini verður somuleiðis greitt frá tí europeisku mentan – heimspeki, frígering og skaldskapi – sum háskúlarørslan í Danmark varð runnin úr. Vit hoyra um Kant, Schelling, Herder og Fichte og um Grundtvig, Bjørnson og Ibsen. Í sendingini hoyra vit skaldskap og tónleik eftir Símun av Skarði, Poul F. Joensen, Regin Dahl og Erik Grip, sum syngur ein sang hjá Grundtvig.

Í minnisins ríki

Í átta pørtum verður lívið hjá Hanusi Kamban lýst gjøgnum minnir, frásagnir og hugleiðingar. Vit hoyra um menniskju, støð og tónleik, sum hava sett sín dám á alt frá skúlatíð og arbeiðslívi til ferðaløg og broytingar í samfelagnum.

Lagt til rættis: Hanus Kamban

Henda sending snýr seg um flaka- og saltfiskavirkið Bacalao, sum tað upplivdist á sumri 1965.
28-05-2025
Evnið í hesi sending er býurin London, sum metropolur, villiniborg og mentanarkelda.
28-05-2025
Í hesi sending, sum upprunaliga varð gjørd til tess at gera vart við 8. mars – kvinnudagin.
28-05-2025
Evnið í hesi sending er skúlaárið 1963 – 1964, tá ið Hanus var vikarur í Hvalba.
28-05-2025
Hanus Kamban fortelur í hesi sending um sína fyrstu ferð til London í august 1962.
28-05-2025
Evnið í hesi áttandu og seinastu sendingini er longsul.
28-05-2025
Baksýnið fyri, at henda sending varð gjørd, var tað at Hanus Kamban um hetta mundið fyrireikaði ævigsøguna um Hans Andrias, sum seinni kom út í tveimum bindum.
28-05-2025
Evnið í hesi sending er tær nýggju, mjúku rørslur, sum gjørdu vart við seg í seinna helmingi av sekstiárunum.
28-05-2025