- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í minnisins ríki

Evnið í hesi sending er býurin London, sum metropolur, villiniborg og mentanarkelda. Hanus fortelur fyrst um rithøvundin Bernard Shaw, sum var sosialistur og kvinnustríðsmaður. Síðani greiðir hann frá tí stórfingna leikinum ”Fruen fra havet” eftir norska rithøvundin Henrik Ibsen, sum hann sá í 2008 í Arcola Theatre í London. Í leikinum uppliva vit, at tann unga læknafrúan Ellida Wangel á onkran gandakendan hátt kennir seg drigna av einum gátuførum fremmandum manni. Leikurin hevur eitt sniðfungigt dialektiskt snar, tí ikki fyrr enn maður Hildu gevur henni fult og óskert frælsi, tekur hon støøðu og velur – hann og ikki tann fremmanda. Vit hoyra tónleik eftir
Händel og skaldskap eftir Ben Jonson. At enda hoyra vit nøkur minnilig ørindir úr Kópakvæði eftir Kvívíksjógvan. Brynjálvur Lamhauge skipar.

Í minnisins ríki
Í átta pørtum verður lívið hjá Hanusi Kamban lýst gjøgnum minnir, frásagnir og hugleiðingar. Vit hoyra um menniskju, støð og tónleik, sum hava sett sín dám á alt frá skúlatíð og arbeiðslívi til ferðaløg og broytingar í samfelagnum.
Lagt til rættis: Hanus Kamban