Í minnisins ríki

Jeanne d´Arc og onnur konubrot
28-05-2025
Í hesi sending, sum upprunaliga varð gjørd til tess at gera vart við 8. mars – kvinnudagin.

Í hesi sending, sum upprunaliga varð gjørd til tess at gera vart við 8. mars – kvinnudagin – hugsar Hanus sær, at hann ger sær ein kalendara til tess at minnast og heiðra ymiskar merkiskvinnur – eitt nú Nicolina á Kamarinum í Havn, Eivør Pálsdóttir, Onnu Sofíu á Rípini í Skúgvi, ta norsku Dorotheu Engelbretsdatter og ta gitnu Hypatiu, sum á sinni undirvísti í støddfrøði í Aleksandria. Høvuðsnavnið og hetjan í hesi sending er tann gitna Jeanne d´Arc, tann blaðunga gentan, sum bjargaði Fraklandi í hundraðárabardøgunum við Ongland. Henda gentan – nevnd moyggin úr Orleans – livdi frá 1412 til 1431. Hon fekk onga tøkk fyri sítt bragd, men varð eftir boðum frá fronskum kirkjumonnum tann 30. mai 1431 brend livandi á torginum í Rouen. Henda sending var endursend fyrr í ár.

Í minnisins ríki

Í átta pørtum verður lívið hjá Hanusi Kamban lýst gjøgnum minnir, frásagnir og hugleiðingar. Vit hoyra um menniskju, støð og tónleik, sum hava sett sín dám á alt frá skúlatíð og arbeiðslívi til ferðaløg og broytingar í samfelagnum.

Lagt til rættis: Hanus Kamban

Henda sending snýr seg um flaka- og saltfiskavirkið Bacalao, sum tað upplivdist á sumri 1965.
28-05-2025
Evnið í hesi sending er býurin London, sum metropolur, villiniborg og mentanarkelda.
28-05-2025
Í hesi sending, sum upprunaliga varð gjørd til tess at gera vart við 8. mars – kvinnudagin.
28-05-2025
Evnið í hesi sending er skúlaárið 1963 – 1964, tá ið Hanus var vikarur í Hvalba.
28-05-2025
Hanus Kamban fortelur í hesi sending um sína fyrstu ferð til London í august 1962.
28-05-2025
Evnið í hesi áttandu og seinastu sendingini er longsul.
28-05-2025
Baksýnið fyri, at henda sending varð gjørd, var tað at Hanus Kamban um hetta mundið fyrireikaði ævigsøguna um Hans Andrias, sum seinni kom út í tveimum bindum.
28-05-2025
Evnið í hesi sending er tær nýggju, mjúku rørslur, sum gjørdu vart við seg í seinna helmingi av sekstiárunum.
28-05-2025