- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í minnisins ríki

Evnið í hesi sending er tær nýggju, mjúku rørslur, sum gjørdu vart við seg í seinna helmingi av sekstiárunum. Tíðarinnar loysnir vóru umhvørvisvernd, kvinnufrígering, ungdómsuppreistur. Hetta var hippietíðin. Tann týski heimspekingurin Erich Fromm boðaði frá, at málið í tilveruni var – ikki at eiga – men at vera. Tíðarinnar nøvn vóru Grundtvig, William Blake og Herbert Marcuse. Vit hoyra sangir sum ”I nat jag drømde”, ”If you are going to San Francisco” og ”Jakten på Dalai Llama”. Vit hoyra eisini sangir sum ”I lit a thin, green candle” og ”Suzanne” eftir Leonard Cohen. Tíðin var spennandi, men sum frá leið ikki vandaleys, við tað at summi fóru at brúk rúsevnir.

Í minnisins ríki
Í átta pørtum verður lívið hjá Hanusi Kamban lýst gjøgnum minnir, frásagnir og hugleiðingar. Vit hoyra um menniskju, støð og tónleik, sum hava sett sín dám á alt frá skúlatíð og arbeiðslívi til ferðaløg og broytingar í samfelagnum.
Lagt til rættis: Hanus Kamban