Í minnisins ríki

Úr Syðradali til Wien
28-05-2025
Hanus Kamban fortelur í hesi sending um sína fyrstu ferð til London í august 1962.

Hanus Kamban fortelur í hesi sending um sína fyrstu ferð til London í august 1962. Hann og tvey syskinabørn silgdu úr Esbjerg til Harwich, ohg komin upp á land í Onglandi hoyrdu tey sangin ”Hor mein Lied Elisabeth”, sum var sum ein ógloymandi kvøða. Hanus var um hetta mundið læraravikarur í Norðradali og Syðradali. Árini 1964 – 1965 gekk hann á mál- og bókmentaskúla í Bournemouth, har eisini tríggir aðrir føroyingar tá vóru staddir. Hesa tíðina sá Hanus filmin Goldfinger, og upplivdi at síggja og hoyra – á fyrsta sinni- The Beatles. Vit hoyra tónleik eftir Elvi Presley og Edith Piaff og sangir sum tann norska Anna Lovinda og Seemann, sum settu sín dám á tilveruna hesi árini. Dansistøðini í Havn, um hetta mundið, vóru Sjónleikarhúsið, Tórshøll og Klubbin

Í minnisins ríki

Í átta pørtum verður lívið hjá Hanusi Kamban lýst gjøgnum minnir, frásagnir og hugleiðingar. Vit hoyra um menniskju, støð og tónleik, sum hava sett sín dám á alt frá skúlatíð og arbeiðslívi til ferðaløg og broytingar í samfelagnum.

Lagt til rættis: Hanus Kamban

Henda sending snýr seg um flaka- og saltfiskavirkið Bacalao, sum tað upplivdist á sumri 1965.
28-05-2025
Evnið í hesi sending er býurin London, sum metropolur, villiniborg og mentanarkelda.
28-05-2025
Í hesi sending, sum upprunaliga varð gjørd til tess at gera vart við 8. mars – kvinnudagin.
28-05-2025
Evnið í hesi sending er skúlaárið 1963 – 1964, tá ið Hanus var vikarur í Hvalba.
28-05-2025
Hanus Kamban fortelur í hesi sending um sína fyrstu ferð til London í august 1962.
28-05-2025
Evnið í hesi áttandu og seinastu sendingini er longsul.
28-05-2025
Baksýnið fyri, at henda sending varð gjørd, var tað at Hanus Kamban um hetta mundið fyrireikaði ævigsøguna um Hans Andrias, sum seinni kom út í tveimum bindum.
28-05-2025
Evnið í hesi sending er tær nýggju, mjúku rørslur, sum gjørdu vart við seg í seinna helmingi av sekstiárunum.
28-05-2025