- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin

Tað er Randi Kúrberg, dóttir Jørleif Kúrberg, sála, sum hevur samskipað útgávuna "Reyn, kæra Reyn.
Jørleif var millum annað kendur fyri at duga væl at siga søgur og vera undirhaldandi. Eisini metti hann søgu og upphav høgt og troyttaðist ongantíð at siga sínar havnarsøgur fyri ungum sum eldri og útlendingum sum føroyingum.
Við útgangsstøði í einari ferð saman við Jørleifi og øðrum atkomuligum keldum, eins og nýggjum og gomlum myndum og kortum, verður í bókini farið runt tey støð, sum Jørleif elskaði so høgt.
Randi Kúrberg greiðir í samrøðuni frá bókaútgávuni. Millum annað hvussu hon kom í lag, og hvussu hon er skipað. Hoyrið samrøðuna í Ljóaranum her.

Ljóarin
Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag.
Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.
Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.
Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.
Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.
Redaktørur: Ingi Rasmussen.



