- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nert ikki við

Í dag heiðra vit Altjóða Sálarheilsudagin 2024. Í tí sambandi senda vit frá Smæruni í Havn, har ið vit nerta við høvuðsevnið í ár, ið er stigma og fordómar anno 2024.
Vit tosa við Bjørk Ellindsdóttir Frýdal um hennara uppliving og viðgerð á psykiatriska deplinum fyri ocd og etingarólag.
Síðani tosa vit við Annu Kristinu Niclasen, sjúkrarrøktarfrøðing á lukkaðari deild á P40. Vit tosa um hvørjar fordómar hon hevði um psykiatriina, áðrenn hon fór í starv, og hvussu hon upplivir tað at arbeiða har nú.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.

Nert ikki við
Nert ikki við er sending, sum fer at nema við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur eitt persónligt og eitt fakligt sjónarmið.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.









