Nert ikki við

Vit nerta við barnaheim
30-07-2025
“Eg veit at um eg ikki hevði runnið vekk, so hevði eg ikki verið her í dag.” Í dag nerta vit við barnaheim

Vit tosa við Ingu Toftegaard um hennara søgu á barnaheiminum og í fosturfamilju.

Vit vendu okkum til Barnaverndina, ið ikki svaraði aftur áðrenn freistina og hava tí ikki nakað fakligt sjónarmið í dag.

Vit hava valt at senda partin kortini, tí vit halda tað er týdningarmikið at Inga sleppur at siga sína søgu.

Í sendingini í dag tosa vit m.a. um kynsligan ágang og sjálvmorð. Um tú stríðist við hetta, kann tað vera hent ikki at lurta.

Og um tú stríðist ella kennir onkran, ið stríðist, so er hjálp at heinta. Umframt at tosa við vinir ella avvarðandi, ber til at fáa professiónella hjálp hjá eitt nú kommunulækna ella vaktlækna á telefon 1870. Tú kanst eisini fáa sálarfrøðiliga hjálp ella royna kjattráðgevingina hjá Sinnisbata. Ung fólk kunnu eisini leita sær hjálp og vegleiðing hjá Tú og Eg ráðgevingini hjá Barnabata á telefon 116111.

Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.

Nert ikki við

Nert ikki við er sending, sum fer at nema við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur eitt persónligt og eitt fakligt sjónarmið. 

Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.

"Tað var akkurát sum, at kjarnan bara fór. Allur heimurin broyttist bara. Lívið skuldi halda fram uttan hana." Í dag nerta vit við at missa foreldur
05-07-2026
Hvussu er, at koma til Føroya sum tilflytari? Eru vit so umfevnandi, sum vit halda? Nær er man føroyingur, og nær er man fremmandafólk? Í dag nerta vit við integratión
17-06-2026
Ert tú ein verri mamma enn pápi, um tú ert alkoholikari? Fylgir størri skomm við, tá vit tosa um kvinnur, ið misnýta enn menn? Í dag nerta vit við rúsnýtsluórógv hjá kvinnum
10-06-2026
Í einum heimi við denti lagt á einstaklingin, hava vit so gloymt felagsskapin? Í dag nerta vit við einstaklingin móti felagsskapinum
03-06-2026
Kanning hjá Headspace vísur, at ein av størstu orsøkunum til mistrivna millum ung er búskaparlig viðurskifti. Í dag nerta vit við ung og búskap
13-08-2025
“Eg veit at um eg ikki hevði runnið vekk, so hevði eg ikki verið her í dag.” Í dag nerta vit við barnaheim
30-07-2025
Vit tosa ofta um stóra nýtslu av skermum hjá børnum og ungum, men hvussu sær skermnýtslan út hjá vaksnum? Eru tey betri ella í veruleikanum líka ring?
23-07-2025
Hví eru vit ótrúgv? Kann man vera kensluliga ótrúgvur? Hví velja vit at opna okkara parløg? Í dag nerta vit við ótrúskap
16-07-2025
"Hvønn dag skammaðist eg um, at eg ikki hevði tað sama sambandið við dóttrina sum hini. Eg græt bara." Í dag nerta við við føðitunglyndi
25-06-2025
Hvussu skulu vit bera okkum at, tá óttin um okkara framtíð og veðurlag tekur so nógv yvir, at alt annað kennist líkasælt? Í dag nerta við við veðurlagsótta
24-06-2025
Hvørjar fordómar eru áhaldandi um fólk við autismu, bæði í størri høpi og í sosialum samanhangum? Hvat passar og hvat passar ikki? Í dag nerta vit við autismu
18-06-2025
“Eg hugsi mest tá eg fylli. Tí tá veit eg eisini sum mamma, at tað gloymir man ikki. Tá veit eg í hvussu er, at tað er onkur sum hugsar um meg onkustaðni”
11-06-2025