- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oyggjaleikavarpið

Í sætta parti av Oyggjaleikavarpinum verður tosað við Sersambandið fyri súkkling og triathlon. Gestur er formaðurin Arnfinnur Helmsdal. Hann greiðir millum annað frá hvussu sersambandið er sett saman og hvørji endamálini eru.
Súkkling vann seinast eitt heiðursmerki á Gotlandi í 2017. Tá súkklaði Torkil Veyhe skjótast av øllum í tíðarkoyringini. Tað var eisini í eini tíð, tá Føroyar javnan vóru við í oddinum í fleiri av súkklukappingunum. Í dag er Torkil Veyhe landsliðsvenjari og Gunnar Dahl-Olsen er mekanikari. Felags fyri teir er, at teir hava nógvar royndir við súkkling.
Hesi umboða Føroyar í súkkling og triathlon á Orknoyggjum:
Magni Hansen
Bergtór Torssteinsson
Helgi Winther Olsen
Hilmar Hansen
Súsanna Skylv
Pauli Poulsen
Niklas Hallgren Niclassen

Oyggjaleikavarpið
Vit hava loddað dýpið hjá øllum teimum føroysku ítróttagreinunum, sum kappast á oyggjaleikunum.
Hoyr um vónirnar og málini hjá føroyingunum á leikunum í Orknoyggjum, sum verða frá 12. til 18. juli.






