Á quiztinum

Nýggjár á Quiztinum 2025
31-12-2025
Eydis Hartmann Niclasen og Ben Arabo kappast móti Beintu Løwe og Sólvit Nolsø

Øll hava tey gjørt vart við seg í 2025.

Sambandstingkvinnan Eydis Hartmann Niclasen og Ben Arabo, ið er formaður í nýskipanarnevndini hjá løgmanni, skipa samgongu móti fyrrverandi tingfólkunum, Beintu Løwe og Sólvit Nolsø, ið hava lagt hvør sína bók úr hondum í 2025.

Tú kanst hoyra sendingina her!

Á quiztinum

Kappingin er skipað við átta innleiðandi umførum, fýra fjórðingsfinalum, tveimum hálvfinalum og einari finalu.

Í hvørjum umfari kappast tvey lið við tilsamans fýra luttakarum, og evnini, ið spurt verður um, eru eitt nú føroysk skipasøga, nær var tað, føroyskur og útlendskur tónleikur og Føroya søga. Harumframt er serliga avbjóðingin og finaluumfarið, ið inniheldur eitt sindur av hvørjum.

Vertur er Gunnar Nolsøe, meðan Rudolf Joensen er dómari.

Løgtingsfólkini Bjørt Samuelsen, Ruth Vang, Bill Justinussen og Kári P. Højgaard halda nýggjár á Quiztinum 2018
31-12-2018
Sera spennandi finalan var millum Eyðun Eliasen og Niels Winther ødrumegin, og Paula Magnussen og Páll Hellu hinumegin
04-05-2018
Ein ótrúliga spennandi hálvfinala, ið byrjar við eykaspurningi, har annað liðið skal kvalifisera seg til hesa kappingina
21-04-2018
Pubquizvertirnir Kristian Joensen og Heri Signar Nolsøe kappast móti Eyðuni Eliasen og Niels Winther úr acapellabólkinum Bollarnir
14-04-2018
Nærvarpið í Vestmanna kappast móti Starvsmannafelagnum. Og tað eru Pauli Magnussen og Páll Hellu, ið kappast móti Súna Selfoss og Dánjal Højgaard
07-04-2018
Journalistarnir Kári Durhuus og Kári Mikkelsen kappast móti tónleikarunum Terja Rasmussen og Kim Hansen
31-03-2018
Tónleikararnir Hans Jacob Kollslíð og Mikal Blak kappast móti pubquizvertunum Kristian Joensen og Hera Signar Nolsøe
24-03-2018
Borgarstjórarnir í ávíkavist Hvannasunds Kommunu og Eysturkommunu, Irdi Jacobsen og Jóhan Christiansen, kappast móti Eyðuni Eliasen og Niels Winther
17-03-2018
Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, og Dánjal Højgaard, ráðgevi, kappast móti Ben Arabo, stjóra í Betri, og Rúnar Reistrup, stjóra í Hey
10-03-2018
Nærvarpið í Vestmanna, ið er mannað av Páll Hellu og Paula Magnussen, kappast móti Starabúrinum í Klaksvík við Victor Dánjalsson og Regini Olsen
03-03-2018
Vit fara aftur í 80'ini saman við Terja Rasmussen og Kim Hansen, sum kappast móti Bergtóru Høgnadóttir og Jensinu Olsen
24-02-2018
Hesuferð kappast feðgar og Bollar á Quiztinum, nevniliga Tróndur og Hallstein Sigurðsson ímóti Niels Winther og Eyðuni Eliasen
20-02-2018