Rúmdin

Rúmdin - almenn stjørnufrøði (8:17)
12-03-2015
Í áttanda parti verður sagt frá, hvussu lættar stjørnur enda sínar dagar og gerast hvítir dvørgar.

Í hesum áttanda parti verður sagt frá um hvussu lættar stjørnur enda sínar dagar og gerast hvítir dvørgar. Lættar stjørnur verða seinni til reyðar kempur og enda sum hvítir dvørgar. Hetta tekur milliardir av árum. 

Eitt stórt skýggj av gassi og dusti dregur seg saman, hitin í miðdeplinum verður so nógvur, at fusiónstilgongdir kunnu fara fram og verður til, at hydrogen verður gjørt um til helium. Soleiðis er eisini við okkara stjørnu, sum hevur gjørt hetta í 5 milliardir ár.

Rúmdin

Í samband við sólarmyrkingina í Føroyum í mars 2015 sendu vit úr bókini "Rúmdin - almenn stjørnufrøði", sum Pól Jespersen hevur skrivað. Nám gav bókina út í 2012. Pól Jespersen lesur sjálvur og tillagar bókatekstin til upplestur.

Í fimta verður sagt frá um kraft- og rørslulógir Newtons og um lógina um atdráttarkraftina. Og um tíðina eftir Newton, tá Caroline Herschel, finnur eina halastjørnu.
19-02-2015
Í fjórða parti verður sagt frá um nakrar av mongu planetunum í sólarskipanini: Merkur, Venus, Jørðin og Jupiter. Og um gávuríka granskararnar Galileo Galilei og Isaac Newton
12-02-2015
Í 3. parti verður sagt frá um Tycho Brahe, sum sær, at tørvur er á neyvum málingum. Og um Johannes Kepler, sum fær áhuga fyri ringrásunum hjá gongustjørnunum.
05-02-2015
Í øðrum parti verður sagt frá um kalendarar og ymsu tíðarrokningarnar sum hava verið. 
29-01-2015
Stjørnuhimmalin, gongustjørnurnar: uppbygnaður og frágreiðingar
22-01-2015
  •