- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Teir tríggir Sigmund, Gwenael og Tróndur sýna allir verk fram á Ólavsøkuframsýningini 2024. Felags fyri teir er, at teir arbeiða við fotolist. Sigmund er fyrst og fremst tónleikari og hevur leingi verið virkin í fleiri ymiskum bólkum og tónleikasjangrum. Hann hevur tó eisini roynt seg sum myndalistafólk og yrkjara. Gwenael er fotograftur og Tróndur hevur lisið dokumentarfotografi á Fotografisk Skole í Aarhus og fotojournalistik á Danmarks medie- og journalisthøjskole í Aarhus. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um, hvat gestsins eyga sær.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.