- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sangir úr mínum lívi

Terji Rasmussen hevur spælt og framført, skrivað og givið tónleik út síðan hann sum 14 ára gamal var partur av Funkies; seinni komu Frændur, Terji og Føstufressar og Moirae. Og nú hann er vorðin 60 ár, fara vit aftur til onkur av løgunum, sum hava ávirkað hann.
Tað er bara ein Terji.
Vit hoyra søgurnar um sangirnar, sum eru í harða endanum, og vit lata okkum smitta av hansara forteljingum.
Løgini, vit hoyra í hesi sendingini, eru:
Straight Ahead: Heading for disaster
Police: Walking on the moon
The Who: Won't get fooled again
Yes: Changes
Rush: Tom Sawyer
Nirvana: Smells like teen spirit
Leprous: Castaway Angels

Sangir úr mínum lívi
Sangir úr mínum lívi er heitið á nýggjari sendirøð, sum er á útvarpsskránni í summar. Í sendingini verður tosað við tónleikarar, sum greiða frá sangum, ið hava havt serstakan týdning.
Ymsir vertir í Kringvarpinum skftast um at gera sendingina.











