- Tíðindi, mentan og ítróttur
Serfrøðingurin

Serfrøðingurin er Durita Reinert, barnafysioterapeutur, og evnið hesaferð er, hvussu foreldur kunnu fáa børnini til at røra seg.
Týdningurin av rørslu skal ikki undirmetast, tí ein kroppur við góðum motorikki er grundarlagið undir einum góðum gerandisdegi, sigur Durita, og nevnir, at tað ávirkar bæði sosiala lívið, skúladagin og heimalívið.
Um tú vilt hava børnini at røra seg meira, er týdningarmikið at byrja í smáum. Til dømis at leggja ein bólt fram, sum barnið sjálvt kann taka upp og spæla við.
Hoyr fleiri góð ráð og spurningar frá lurtarum

Serfrøðingurin
Serfrøðingurin er vikulig sending, har ljós verður varpað á eitt ávíst evni. Gesturin í sendingin hevur servitan á einum øki og greiðir frá hesum. Harafturat hava lurtarar møguleika at senda inn spurningar til serfrøðingin beinleiðis í sendingini. Nýggjur serfrøðingur er hvørja viku.










