Súrligt summar

Súrligt summar: Romantikkurin er deyður
15-07-2025
P1
Dating útfrá ymiskum aldursbólkum, dating appir og 10.000 fótafet

Vit eru aftur! Sendingin eitur nú Súrligt Summar og vit leggja út við at práta um dating. 

Anna Sofía Holm Skoradal, MC Restorff og Rólant Waag Dam umboða tríggjar ymiskar aldursbólkar. Vit práta um hvat er broytt, og hvat kanska als ikki er broytt, tá ið tað kemur til dating. Teir tríggir gestirnir hugleiða eisini um dating í breiðum høpi og fortelja góðar søgur. 

Eisini práta vit við Lailu Neshamar Bærendsen um dating via dating appir. Laila og maðurin møttust nevnliga á Tinder.

Vit burturluta eisini eitt G! atgongumerki og fáa okkum avbjóðingina at ganga 10.000 fet um dagin í eina viku. 

Súrligt summar

Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir tosa um alt frá TikTok-trendum til filmar, kost, politikk og kærleika – alt við einum súrligum tvisti. Við á ferðini er eisini reportarin Hendrikur Jacobsen, sum veitir beinleiðis frásagnir. Flutt verður runt í landinum við práti, tónleiki og kjaki.

Eitt ópraktiskt pisshús til kvinnur og tónleikur
19-07-2025
Beer Pong, yvirkroppar, Tunghoyrt og GØ
18-07-2025
Vit eru í Syðrugøtu og gera G! Festival útvarp
17-07-2025
Sólin skýnur, jakkin liggur eftir í bilinum og ein heitur koppur av kaffi er á borðinum frá einum oyndfirðingi
16-07-2025
Dating útfrá ymiskum aldursbólkum, dating appir og 10.000 fótafet
15-07-2025
  •