- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligt summar

Í dag eru vit farin ein túr út á bygd, sum vit fara at gera hvønn mikudag í summar. Vit settu okkum í skúlagarðin í Oyndafirði at slikka sól og tosa við oyndfirðingar, meðan Hendrik spákaði sær ein túr í bygdini.
Árni Vest, Rói Høgnason og Hans Jákup Abrahamsen greiddi frá um lívið í Oyndafirði, har dentur serliga bleiv lagdur á, at har var best at vera.
Hendrik vitjaði Sølvá Vest og Duritu Rógvadóttir Hansen, sum góvu sítt sjónarmið uppá lívið í bygdini.
Og so settu vit hol á okkara roynd at finna tað næsta summarhitti. Í ár hava vit spurt fýra tónleikarir, um teir tíma at gera ein sang, sum teir halda, er tann rætti summarsangurin. Hesa ferð var tað Marius DC, sum gav okkum ein smakk uppá tað, sum vit fara at spæla í sendingini í morgin.

Súrligt summar
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir tosa um alt frá TikTok-trendum til filmar, kost, politikk og kærleika – alt við einum súrligum tvisti. Við á ferðini er eisini reportarin Hendrikur Jacobsen, sum veitir beinleiðis frásagnir. Flutt verður runt í landinum við práti, tónleiki og kjaki.