- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligt summar

Hesa ferð settu vit okkum í eitt telt, har gestir komu ein túr at práta við okkum.
Hendrik var, sum ikki so nógv onnur á G!, tíðliga uppi og luttók í Beer Pong kappingini í skúlanum í Gøtu, har yvir 80 fólk høvdu meldað seg til. Eitt annað stað, har yvir 80 fólk vóru, var til konsertina hjá Tunghoyrt. Bárður fór herfyri ein túr í venjingarhølið hjá Tunghoyrt ímeðan teir vandu til G! Festivalin. Teir vunnu sær møguleikan at spæla við at luttaka í Sement í ár.
Í okkara telt-útvarpsstovu fingu vit fína vitjan. Tónleikabólkurin GØ, sum spældi í Fjósinum í gjár, kom ein túr framvið í sera góðum lag - og nakrir í berum yvirkroppi.

Súrligt summar
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir tosa um alt frá TikTok-trendum til filmar, kost, politikk og kærleika – alt við einum súrligum tvisti. Við á ferðini er eisini reportarin Hendrikur Jacobsen, sum veitir beinleiðis frásagnir. Flutt verður runt í landinum við práti, tónleiki og kjaki.