- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligt summar

Hóast fólk eru eitt sindur moyr, tykist tað sum, at tann seinasti dagurin á G! er væl og virðiliga skotin í gongd.
Í gjár gekk Rannvør sær ein túr niðan í skúlan. Á veg niðan fann hon eitt pisshús til kvinnur, sum hon helt vera sera óheppið plaserað. Og inni í pisshúsinum fann hon okkurt, sum var heldur óvæntað.
Í útvarpsstovuni fáa vit vitjan av Marius DC, Danny & The Veetos og 2xslay, sum øll hava spælt á G! í ár. Eisini hoyra vit samrøður við Benjamin Rajani og Jazzygold, sum eisini spældu á G!.

Súrligt summar
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir tosa um alt frá TikTok-trendum til filmar, kost, politikk og kærleika – alt við einum súrligum tvisti. Við á ferðini er eisini reportarin Hendrikur Jacobsen, sum veitir beinleiðis frásagnir. Flutt verður runt í landinum við práti, tónleiki og kjaki.