- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligt summar

Vit eru farin til Tjørnuvíkar at gera útvarp og hava sett okkum uttanfyri cafe Sólju.
Eftir at hava fingið pannukøkur og kaffi, práta vit við samkomuleiðaran í City Church, um samkomuna og hansara leiklut í henni. Vit venda eisini, á hvønn hátt City Church ikki er eins og aðrar samkomur, og spyrja inn til hvussu samkoman nýtir TikTok og aðrar miðlar til at røkka teimum ungu.
Hendrik er eisini við okkum sum rapportari og prátar við Hans Esbern Heinesen um kaffihúsið hjá honum har hann bjóðar føroyingum og ferðafólkum vaflur og kaffi.
At enda hoyra vit Ronju práta eitt sindur um hennara roynd at gera okkum eitt summarhitt, sum vit fara at hoyra í sendingini í morgin.

Súrligt summar
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir tosa um alt frá TikTok-trendum til filmar, kost, politikk og kærleika – alt við einum súrligum tvisti. Við á ferðini er eisini reportarin Hendrikur Jacobsen, sum veitir beinleiðis frásagnir. Flutt verður runt í landinum við práti, tónleiki og kjaki.