Tematýsdagur

Tematýsdagur um múrar
12-11-2019
Berlinmúrurin, The Wall við Pink Floyd og Off the wall við Michael Jackson

Tað eru í hesum døgum 30 ár liðin, síðan Berlinmúrurin syndraðist, og kommunistiska jarntjaldið spakuliga varð drigið frá.
Samstundis eru 40 ár liðin, síðani koncept-plátan "The Wall" hjá Pink Floyd kom út, og eisini 40 ár síðani Michael Jackson gav út plátuna "Off the wall".
Hesin TemaTýsdagur er bygdur upp við múrum.
Hví kom múrurin? Hvat umboðar múrurin? Hvat gjørdi Berlin-múrurin við heimin - tá ið hann stóð, og hvat er hent síðani? Tað tosa vit við Hans Holm, landafrøðing, og Heina í Skorini, stjórnmálafrøðing, um.
Ólavur Rasmussen búði í Týsklandi, tá múrurin fall. Hann fortelur dramatisku søguna um, hvussu hann sníkti seg um markið til Eysturberlin og upplivdi søguna hinumegin frá.
Hvussu var at liva í einum kommunistiskum stýri handan jarntjaldið? Tað spyrja vit Doru Tiberiu á Torvlaðnum, sum er føddur og uppvaksin í Rumenia, men flýddi haðani í 1989.
The Wall hjá Pink Floyd er um múrar í og rundan um okkum menniskju. Vit varpa ljós á útgávuna, nú hon hevur 40 ár á baki, júst hendan mánaðin.

Sendingin var send fyrstu ferð 12. novembur, 2019
Tú kanst hoyra sendingina her!

Tematýsdagur

Vit fara í summar at endursenda Tematýsdagar, sum høvdu í Nón.

Hvat er einsemi, og hvussu ávirkar tað okkum?
26-05-2020
Søgufrøðingar um herseting og krígsminnir. Føroysk krígsbørn. Tónleikur frá krígsárunum
05-05-2020
Nøkur fólk hava ein brennandi áhuga fyri einum ávísum evni. Hvat drívur tey?
26-11-2019
Berlinmúrurin, The Wall við Pink Floyd og Off the wall við Michael Jackson
12-11-2019
Hvat er ein góður vinur, og hvønn týdning hava góðir vinir?
15-10-2019
Hvat er góð, og hvat er minni góð leiðsla. Tað eru høvuðsspurningarnir í hesum tematýsdegi
26-02-2019
Sagt verður frá um upprunan til disco, discomótan, samrøða er við Sister Sledge, vangamynd av Frank Farian, Jákup Magnussen og Finn Jensen hugleiða
12-02-2019
Alment dannilsi: Búgving. Mentaskapur. Siðmenning. Almenning.
13-11-2018
Hvønn týdning hevur ljósa árstíðin, hvussu halda vit røttu summarfrítíðina, og hvør er søgan um summarferiuna?
29-05-2018
Tosað verður m.a. við Yrkisdepilin, Vinnuhúsið, Yrkisrættað Miðnám og lærupláss
20-03-2018
Vit lýsa søguna, mentalu avbjóðingarnar, tónleikin, og lívið umborð og í landi, tá bunkrað varð í New Foundlandi
13-03-2018
Hvat er tað góða lívið og hvussu røkka vit hesum máli?
27-02-2018